Tiltøk í samband við sólarmyrkingina

Tiltøk í samband við sólarmyrkingina
Í samband við sólarmyrkingina eru nógv tiltøk um vikuskiftið, og Röddin hevur gjørt yvirlit av teimum
18.03.2015 - 19:00

Röddin hevur samlað saman eitt yvirlit yvir nøkur av teimum spennandi tiltøkunum, sum eru um vikuskiftið í samband við sólarmyrkingina.

 

 

Hósdagin 19. mars

 

 • Tjóðpallurin og Havnar Sjónleikarfelag skipa fyri føroyskum mentanarkvøldið í Sjónleikarhúsinum klokkan 19.30. Brot úr føroyskari mentan, tað myrka og tað ljósa sett saman við spennandi ljóssetan. Aftan á verður føroyskur dansur og ábit av føroyskum mati.

 

•  Stovu-konsertir undir heitinum Nordic Sound Waves verða í Gamla Bókhandli um vikuskiftið. Hósdagin er tað Hanus G. Johansen, ið spælir.

 

• Hósdagin verður tiltakið Into the Vault í Perluni. Tað er ein samanseting av tónleiki hjá Kristiani Blak og myndunum av náttarhimmalinum í Føroyum hjá Jóannis Sørensen. Tiltakið fer fram á enskum máli.

 

 

Fríggjadagin 20. mars

 

• Í sambandi við Sólarmyrkingina fer BYRTA at halda eina konsert á Reinsarínum í Tórshavn.
BYRTA framførir við fullum bólk,i og fara tey at framføra spildurnýtt tilfar og eisini tey eldru løgini.
 

• Klokkan 23.00 verður stórt mentanartiltak við felagssangi og føroyskum dansi á Vaglinum í Havn. Havnarkórið stendur fyri felagssanginum, og eftir hetta skipar dansifelagið Tøkum Lætt fyri føroyskum dansi.

 

•  Stovu-konsertir undir heitinum Nordic Sound Waves, verða í Gamla Bókhandli um vikuskiftið. Fríggjadagin spæla bæði Kári Sverisson og Hanus G. Johansen.

 

• Føroya Symfoniorkestur bjóðar til eina serliga Eclipsekonsert. Føroya Symfoniorkestur leiðir okkum ein túr út í alheimin og gevur okkum eina stjørnuuppliving við heimskenda tónleikinum hjá Gustav Holst, Planetirnar. Eisini verður høvið at hoyra vinnaran av fyrstu Stella Polaris kappingini, Mattias Kapnas. Tiltakið byrjar kl 15.00.

 

•  Fólkakæri sangarin og gittarleikarin Stanley Samuelsen verður at hoyra í Perluni fríggjakvøldið klokkan 20.00. Stanley Samuelsen fer at syngja og spæla egin løg.

 

 

Leygardagin 21. mars

 

• Nýggi elektrobólkurin, HULDA, hevur útgávukonsert í Tøting leygarkvøldið, og við sær hevur hon Sakaris Joensen. Allan Tausen og Jana Hjalgrímsdóttir hita upp til konsertina.

 

 • Eyka konsert verður við BYRTA í Reinsarínum.

 

 

Sunnudagin 22. mars

 

• Blindastovnurin skipar fyri konsert í myrkri í Løkshøll. Konsert í myrkri gongur út uppá, at vit eina løtu sleppa inn í heimin hjá teimum blindu. Alt fer fram í bølamyrkri, og tú sært einki ta løtuna, konsertin er. Fyri at gera tað enn meira "mystiskt" verður ikki kunngjørt, hvat er á skránni. Fyrireikararnir hava tó sagt, at Kristina Bærendsen verður við.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.