- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tí skalt tú brúka verndarbrillur

Sjálvandi skulu øll uppliva sólarmyrkingina fríggjadin 20. mars, men tað er týdningarmikið at gera tað undir røttum umstøðum.
Tú ert í vanda at fáa varðandi mein eftir heilt fáum sekundum, tá tú hyggur beint eftir sólini. Tí er sera týdningarmikið at hava røtta verndarútgerðina, tá mann hyggur beint eftir sólini.
Trý góð ráð
- Brúka góðkendar verndarbrillur ella verndarfiltur
- Hygg aldrin beint eftir sólini gjøgnum kikara, linsu ella myndatól
- Ert tú í iva, lat so vera. Tað kann kosta tær sjónina
Strálurnar kunnu oyðileggja eygað
Sólin sendir sera kraftmiklar infrareyðar og ultraviolettar strálir, sum kunnu gera, at tú fært varðandi eygnaskaðar og í ringasta føri missir sjónina.
Strálurnar eru ósjónligar fyri eygað. Infrareyðu strálurnar koma frá varmastráling og kunnu brenna ljósfølsomu kyknurnar í nethinnuni, so tú fært blindar plettir í eygað.
Ultraviolettu strálurnar hava sera høga orku og kunnu brenna hol á hornhinnuna og skaða nethinnuna. Hetta eru skaðar, sum ongantíð kunnu bøtast.
Tú fært onga ávaring, tá skaðin hendir. Ongar nervar eru í eygunum, sum merkja pínu. Tí merkir tú heldur ikki, um nakað er galið, fyrr enn tað er ov seint!
Brúkar tú skeivt filtur ella hyggur ov leingi eftir sólini uttan verndarbrillur, so kemur skaðin ikki fyrr enn fleiri tímar aftaná.
Lurta eftir ráðum
Góðkendu sólfiltrini og verndarbrillurnar skulu ikki brúkast saman við kikara ella myndatóli.
Sjónligu og ósjónligu sólstrálurnar gerast sterkari, tá tú hyggur gjøgnum kikara ella myndatól.
Tað kann vera freistandi at brúka ymiska heimagjørda útgerð. Ert tú ikki serfrøðingar innan økið, lat so heldur vera. Vandin at fáa varðandi mein er stórur.
Fakta
- Tað er altíð vandamikið at hyggja beint eftir sólini.
- Tað er ikki eyka vandamikið at eftir sólini undir eini sólarmyrking. Tað er tað sama til dagligt, men vanliga stilla vit okkum ikki at hyggja beint eftir sólini.
- Tað er altíð sera vandamikið at eftir sólini gjøgnum kikara ella myndatól.
- Sólbrillur verja ikki ímóti sterku sólstrálunum.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |