10 løg til sólarmyrkingina

10 løg til sólarmyrkingina
Gaffa hevur gjørt ein playlista við 10 løgum til sólarmyrkingina
20.03.2015 - 06:45

Sum allir føroyingar helst vita, so verður sólarmyrking í morgun, 20. mars, og í hesum sambandi hevur Gaffa gjørt ein playlista við 10 løgum, sum mann kann lurta eftir, meðan sólarmyrkingin er.

 

Hoyr løgini á playlistanum niðanfyri og les meira um løgini niðanfyri playlistan.

 

 

1. "Total Eclipse of the Heart" - Bonnie Tyler

Hetta lagið hjá Bonnie Tyler er eitt av teimum kendastu hjá henni. 

 

2. "Eclipse" - Pink Floyd

Hetta lagið er rá flátini "The Dark Side of the Moon" og er nokk eitt av teimum heilt fáu løgunum, sum er blivið spælt í rúmdini. 

 

3. "Ain't No Sunshine" - Bill Withers

Væl dámda lagið hjá Bill Withers kom út í 1971 og fekk í 1972 eina Grammy virðisløn fyri besta R&B lag. Eisini liggur lagið nummar 285 á listanum hjá Rolling Stones yvir 500 bestu løgini nakrantíð.

 

4. "Staring at the Sun" - The Offspring

Hetta lagið hjá The Offspring var við á kendu plátuni "Americana" har hittið "Pretty Fly (For A White Guy)" eisini er á.

 

5. "Don't Look Back into the Sun" - The Libertines

Lagið kom út í 2003, men er á hvørgan av plátunum hjá The Libertines. Lagið er tó brúkt nógv í filmum og serium.

 

6. "Invisible Sun" - The Police

Sting skrivaði hetta lagið, tá hann búði í Írlandi. Lagið vendir sær til írska fólkið, sum eina ferð var deilt upp av borgarakrígnum. "Eg vildi skriva um tað (borgarakríggið, red.), men eg vildi vísa, at har var ljós í endanum av tunlinum. Eg eri vísur í, at har er ein "ósjónlig sól"", segði Sting í 2000.

 

7. "Black Hole Sun" - Soundgarden

Eitt av kendastu løgunum hjá Soundgarden, sum eisini vann eina Grammy virðisløn í 1995 fyri besta "Hard Rock-performance".

 

8. "Let You Fingers Do The Walking" - Sort Sol

Kendi danski rokkbólkurin gav út hetta lagið í 1993. Bólkurin hevur gjøgnum árini vunnið 10 danskar Grammy virðislønir.

 

9. "Black Sun" - Dead Can Dance

Lagið bleiv spælt á Roskilde festivalinum 2013, tá Dead Can Dance fyri fyrstu ferð spældu konsert í Danmark.

 

10. "Tilbage til Jorden" - Majbritte Ulrikkeholm

Her syngur Majbritte Ulrikkeholm um næstu fulkomnu sólarmyrkingina í 1999. 

 

Góða sólarmyrking til tykkum lesarar.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.