Brynjolfur: Fløgurnar í mínum lívi

Brynjolfur: Fløgurnar í mínum lívi
Í nýggja táttinum “Fløgurnar í mínum lívi” hyggja vit í fløgusavnið hjá føroyskum tónleikarum. Tann fyrsti, sum stendur fyri skotum, er 28 ára gamli Brynjolfur á Heygum.
15.07.2014 - 01:45

Seinastu árini er sonn ferð komin á yrkisleiðina hjá elektroniska tónleikaranum og diskaranum Brynjolfi á Heygum. Alt bendir á, at nógv spennandi er í væntu í framtíðini. Í hesum táttinum líta vit aftur á íblástrarkeldurnar, sum hava hugtikið og ávirkað hann sum tónleikara. 

 

 

 

Mín fyrsti kærleiki

- Tann fyrsta fløgan, sum ordiliga segði mær nakað, og sum av sonnum gav mær hug at gera tónleik, var Music For The Jilted Generation (1994) hjá The Prodigy. Eg haldi framvegis, at hon er eitt meistaraverk. Music For The Jilted Generation bygdi brýr ímillum electronika-fjepparar og rokk-fjepparar í eini tíð, tá hesir pallarnir vóru øgiliga langt vekk frá hvørjum øðrum. 

Hendan fløgan prógvaði, at elektroniskur tónleikur kann sparka líka nógva reyv sum rokk tónleikur. Eg fái enn hug at lurta eftir henni av og á. Allir elektro-fjepparar við respekt fyri sær sjálvum eiga at hava hana í sínum fløgusavni!

 

 

 

 

 

Opinberingin

 - Tá eg gjørdist eini 14-15 ár, byrjaði eg at lurta øgiliga nógv eftir Depeche Mode. Tað er torført at velja eina fløgu hjá teimum, tí teir hava givið so nógv gott út. Fløgan, sum eg havi lurtað mest eftir, er kortini Music for the Masses (1987). Í hesum tíðarskeiðinum eru teir ávegis at gerast ein av heimsins størstu bólkum, og ein merkir, hvussu tryggir teir eru í sínum ljóði. Løgini eru einastandandi og stórsligin, og hetta hóskar væl til heitið á fløguni.

 

 

 

 

Í dag lurti eg eftir...

- Ein bólkur, sum eg havi lurtað nógv eftir í seinastuni, er avstralski Jagwar Ma, sum eftir mínum tykki er heilt fantastiskur. Fyrsta fløgan, Howlin, er mega feit, og eg elski at lurta eftir teirra referansum til bólkar sum Primal Scream, Happy Mondays og tónleikapallin í Manchester fyrst í 90unum. Yvirhøvur dámar mær sera væl referansur í list, og Jagwar Ma gera tað lýtaleyst. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.