Heimsins størsta blað innan elektroniskan tónleik viðmælir Brynjolf

Heimsins størsta blað innan elektroniskan tónleik viðmælir Brynjolf
Heimsins mest selda blað innan elektroniskan tónleik og klubbmentan viðmælir á heimasíðu síni lagið "I Love You" hjá Brynjolfi á Heygum sum eitt av feitastu løgunum í septembur.
20.08.2013 - 01:00

 

 27 ára gamli diskarin og tónleikarin Brynjolfur á Heygum fekk eina heldur óvæntaða gleði sunnudagin. Mixmag.net, sum er heimasíðan hjá heimsins størsta tíðarriti fyri elektroniskan tónleik og klubbmentan, viðmælir hvønn mánað bestu og feskastu løgini á elektroniska tónleikapallinum í táttinum "BIG TUNES". Tónleikaviðmælini fyri septembur eru júst komin út á síðuna, og millum mest spennandi løgini hendan mánaðin sambært Mixmag er lagið "I Love You" hjá Brynjolfi. 

 

- Tað er sjálvdan, at eitt instrumentalt diskolag so gott sum hetta kemur sendandi niður frá himni, men Eskimo Recordings, eins og Permanent Vacation, eru meira enn før fyri at koma við løgnum yvirraskilsum. Elskar tú Le Youth og klassiska Aeroplane, er hesin baleariski vakurleikin júst nakað fyri teg, skrivar Mixmag um lagið hjá Brynjolfi. 

 

Síðan Eskimo Recordings, ið er plátufelagið hjá Brynjolfi, legði "I Love You" út á Soundcloud fyri einum mánað síðan, er lagið spælt nærum 13.000 ferðir. Sjónbandið til lagið, sum hevur ligið á Youtube síðan 6. august, er víst meira enn 10.000 ferðir.

 

Spurdur, hvussu hann reageraði, tá hann sá sítt egna lag á Mixmag, svarar Brynjolfur: 

 

- Eg bleiv rættiliga ovfarin og glaður. Eg hevði faktiskt havt í huga, at tað hevði verið so ræðuliga feitt, um Mixmag einaferð fór at skriva um meg. So tað var ótrúliga stuttligt at síggja, og so í tí samanhanginum at mítt lag var ímillum "The Big Tunes" í septembur-mánað.

 

- Tað kann fáa stóran týdning fyri meg, at fólk frá Mixmag skriva um mín tónleik. Tað er mest seljandi blaðið innan elektroniskan tónleik nakrantíð, og eg plagdi sjálvur altíð at keypa tað, tá eg var yngri, greiðir Brynjolfur frá. 

 

Seinni í ár kemur ein EP afturat frá Brynjolfi. Inntil tá, kanst tú lurta eftir "I Love You" her

 

Fyrr í summar tosaðu vit við Brynjolf um sjónbandið til "I Love You" og samstarvið við belgiska plátufelagið Eskimo Recordings, ið heimsins størsta plátufelag innan Nu Disco-sjangruna. Tjekka tað út her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.