Nýtt staklag og videolag frá Brynjolfi

Nýtt staklag og videolag frá Brynjolfi
Navnframi diskarin Brynjolfur á Heygum hevur skrivað sáttmála við eitt stórt belgiskt plátufelag og hevur júst givið staklag og videolag út.
24.07.2013 - 21:30

 

Tónleikasnillingurin og diskarin Brynjolfur á Heygum hevur í nógv ár verið ein fastur figurur í danska náttarlívinum, har hann hvørt vikuskifti spælir á teimum størstu náttklubbunum í Keypmannahavn. Seinastu tíðina hevur yrkisleiðin hjá honum av sonnum tikið dik á seg, og hevur hann m.a. skrivað sáttmála við belgiska plátufelagið Eskimo Recordings, ið er eitt tað størsta plátufelagið í heiminum innan Nu Disco (sjangran, ið Brynjolfur fast við, red.). Fyri stuttum kom staklag hansara "I Love You" út, ið m.a. hevur verið umrøtt av Le Gammeltoft á P3, og í dag kom eisini eitt videolag til.  

 

- Eg havi kent Eskimo í langa tíð, og tað er ikki bara bara at blíva signaður har, so eg havi verið í dialog við tey í longri tíð. Eg kom í samband við tey við at senda eina demo til ein, sum eg kenni, sum eitur Peter Visti, og sum hevur givið út hjá teimum fyrr, greiðir Brynjolfur frá.

 

Fyri stuttum fekk hann eisini Kasper Bjørke, ið telist ímillum kendastu diskararnar og produsararnar í Danmark, til umboðsmann. Kasper Bjørke er m.a. eisini umboðsmaður hjá Trentemøller.

 

- Ætlanin hjá mær nú er skjótt at koma langt út um landoddarnar við mínum tónleiki. Satt at siga varð eg noyddur at takka nei til fleiri festivalar í juli, tí eg eri í Føroyum, sigur Brynjolfur.

 

Hann hevur kortini ongar ætlanir um at geva fløgu út, hóast hann hevur nokk av tilfari liggjandi til eina heila útgávu. Ístaðin verður tilfarið givið út sum EP’ir, ið hóskar betri til elektroniskan tónleik, greiðir Brynjolfur frá.

 

Síggj videolagið til staklagið “I Love You” her:

 

http://www.xlr8r.com/news/2013/07/video-premiere-brynjolfur-i-love

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.