- Tíðindi, mentan og ítróttur
Voxbotn: Ballið ella tónleikurin?
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/skaermbillede_2014-06-28_kl._17.08.04_1.png?itok=FXj1sC8-)
Tórunn
Ert tú her fyri ballið ella tóleikin?
-Fyrst og fremst eri eg her fyri konsertirnar, men sjálvandi eisini fyri ballið, nú eg eri liðug við skúlan. Húgvan skal jú eisini hátíðarhaldast!
Hvat gleðir tú teg mest til?
-Ikki ordiliga nakað serligt. Sjálvandi verður tað stuttligt at hoyra L.O.C, men mær dámar eisini sera væl Loverlover. Eg haldi sum heild, at tað er feitt at hoyra live-tónleik.
Dánial
Ert tú her fyri ballið ella tóleikin?
-Bara fyri tónleikin.
Hvat gleðir tú teg mest til?
-Eg haldi at L.O.C, Killerqueen og Swangah verða teir feitastu tónleikabólkarnir á palli, og tískil eru tað teir, eg gleði meg mest at hoyra.
Páll
Ert tú her fyri ballið ella tónleikin?
-Bæði faktiskt. Mær dámar væl tónleik, har eg samstundis eisini dámi væl at drekka.
Hvat gleðir tú teg mest til?
-Eg gleði meg mest at hoyra L.O.C.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |