Airwaves: Drag queen-rapparar, kuldi og konsertir, sum raktu beint í hjartað

Byrta á Iceland Airwaves.
Airwaves: Drag queen-rapparar, kuldi og konsertir, sum raktu beint í hjartað
Íslendski tónleikafestivalurin Iceland Airwaves endaði sunnukvøldið. Les, hví tú burdi umhugsað at leita tær til Reykjavíkar síðst í oktobur næsta ár.
06.11.2013 - 18:15

Ein drag queen-rappari, sum loypur runt á pallinum sum Tigerdyret á coke. Útlendingar, sum av øllum alvi syngja við á heimagjørdum føroyskum til framførsluna hjá Byrta. Tónleikur, tónleikur og meira tónleikur. Og vilt ball.

 

Iceland Airwaves er av á hesum sinni. Tíverri. Teir fimm festival-dagarnir, sum upprunaliga byrjaðu sum eitt eindagstiltak í einum hangari á flogvøllinum í Reykjavík, bjóðaðu í ár eina rúgvu av feitum, viðhvørt heldur løgnum og yvirhøvur sera spennandi konsertupplivingum - og ein heilt serligan stemning.

 

Íslendskur novemburkuldi + bíðirøðir uttandura ljóðar allarhelst ikki sum tann besta samansetingin. Tað er tað heldur ikki. Langt frá. Iceland Airwaves er kortini ein heilt serlig uppliving – bæði orsakað av tónleikinum og av umhvørvinum, sum birtist, tá ið náttarravnar úr øllum heiminum savnast í lítla, men dynamiska íslendska høvuðsstaðnum.

 

Skráin til festivalin er risastór, so hóast ein fer til fimm ella seks konsertir eitt kvøld, eru framvegis 30-40 nøvn, sum mann ikki hevur stundir at síggja. Bólkarnir á skránni eru í stóran mun ókend nøvn, og hetta merkir, at tað, ið er mest umráðandi fyri at tryggja sær nakrar minniligar konsertir, er ein góð portión av forvitni.

Sjálv var eg til fleiri konsertir, sum á hvør sín hátt tóku meg á bóli. Torført er at taka ávís nøvn framum onnur, tí við einari so fjølbroyttari og stórari skrá upplivir mann eitt sindur av hvørjum. Fremst í minninum sum nakað serstakt eru tó framførslurnar hjá avstralska indie rokk-bólkinum Jagwar Ma og enska punkbólkinum Savages, sum mannaður av fýra kvinnum uttan hóvasták dróg áskoðarnar inn í sín myrka, larmandi og hugtakandi heim.

Orkumikla framførslan hjá Mykki Blanco verður heldur ikki gloymd í bræði, mest tí hon var ein av teimum løgnaru upplivingunum. Ikki tað, tónleikurin var feitur, men tað er ikki hvønn dag, at mann sær ein myrkan rappara við tattoveringum og djúpari rødd, sum er ílatin sum drag queen við konufólkaparykki og glitrandi prýði á bróstvørtunum.

 

Føroysku bólkarnir komu eisini væl frá sínum framførslum, og kanska serliga stuttligt var at síggja undirtøkuna til konsertina hjá Byrta. Ein fekk nevniliga skjótt ta fatanina, at áskoðararnir longu kendu fleiri av løgunum, tí hóast teir vóru útlendskir, vóru teir raskir at syngja við á heimagjørdum føroyskum.

 

Tað serliga við Iceland Airwaves eru evnini at skapa bestu karmarnar um tónleikin. Ljóðgóðskan er altíð góð, konsertirnar byrja stundisliga, og teir sjey ymisku pallarnir rigga væl á hvør sín hátt. Vaktirnir ansa eftir, at konsertirnar ongantíð gerast ovurfyltar, og eisini áskoðararnir taka hædd fyri hvørjum øðrum og práta ikki og lata fartelefonirnar fáa frið, meðan framført verður. Upplivingin av tónleikinum gerst tí serliga sterk og ein heilt onnur enn t.d. á Roskilde og øðrum uttandura festivalum, har mann ofta stendur kroystur ímillum fleiri túsund sveittandi áskoðarar og sær tónleikararnar framføra á stórskíggjum. 

 

Hóast festivalurin bert fevnir um sjey pallar, spreiðir stemningurin seg um alt Reykjavík, sum er á tremur við ferðafólkum hesar dagarnar. Ein stór ókeypis off venue-skrá er eisini ta vikuna, Airwaves er, og allastaðni í miðbýnum ljómar live-tónleikur. Býurin hóskar seg eisini væl at hýsa einum festivali, tí hann so mikið lítil, at onki er langt vekk, men nóg stórur til at hýsa einum spennandi náttarlívi.

 

Samanumtikið ein sera góður festivalur, sum avgjørt kann viðmælast, um tú hevur hug at royna okkurt eitt sindur øðrvísi. Minst bara til heit klæðir. 

 

Les eisini um fyrstu tveir dagarnar á festivalinum: Bara tónleikur, onki roks. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.