- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bara tónleikur, onki roks.
Iceland Airwaves er ein show-case festivalur, sum leggur serligan dent á at varpa ljós á nýggj ókend tónleikanøvn, íslendsk sum útlendsk. Hetta merkir, at mann ikki kennir nógv av nøvnunum á skránni. Tað ljóðar kanska rotið, tá ein er vanur við stórar festivalar sum Roskilde, sum bjóða nógv kend nøvn, sum mann longu hevur eitt forhold til, áðrenn tey fara á pall. Hinvegin er hetta júst tað, sum er spennandi við Airwaves. Hvør konsert er eitt yvirraskilsi. Skráin fevnir um meira enn 600 konsertir á sjey pallum ymsastaðni mitt í býnum – eitt nú á listasavninum og í Hørpu.
- Airwaves hevur nøkur serlig evni at finna bólkar, sum blíva stórir og hava stóra ávirkan aftaná, sigur Jón Tyril fyriskipari av G! festivalinum, sum á hvørjum ári fer á Airwaves fyri at fáa íblástur og at finna nýggj nøvn til G! festivalin.
Mikukvøldið vóru fleiri enn 40 konsertir á skránni. Fleiri spennandi íslendskir bólkar spældu eitt nú Agent Fresco, Samaris og Valdimar. Bloodgroup, sum er mannað av íslendskum tónleikarum og føroyska Janusi Rasmussen (Byrta), spældu eina orkumikla, myrka og sannførandi konsert í Hørpu, sum fór beint niður í bibburnar.
Hóskvøldið, sum var næsta kvøldið á festivalinum, hevði eisini nógv at bjóða uppá. Ein serlig løta var konsertin við avstralsku Jagwar Ma, sum framførdu á listasavninum. Jagwar Ma er ein lutfalsliga nýggjur bólkur, sum gav sína fyrstu fløgu út í ár. Bólkurin spælir indie rokk við nógvum elektroniskum elementum og megnaði at blása listasavnið um koll við sínum peppaðu, klikkaðu tónum.
Iceland Airwaves snýr seg bara um tónleik. Ikki eisini um film, organiskan mat ella nakinrenning, men bara um tónleik. Nógvan, nógvan, fjølbroyttan, nýggjan tónleik. Afturat festival-skránni er eisini ein off venue-skrá, sum er ókeypis. Í eina heila viku eru hundratals ókeypis konsertir um allan býin, sum somuleiðis er á tremur við útlendskum ferðafólkum.
- Hetta eru tónleikaelskarar, sum koma. Hetta eru fólk, sum faktiskt eru komin fyri at lurta eftir nýggjum tónleiki. Uppá tann mátan er tað ræðuliga kul. Tey eru ræðuliga opin fyri øllum, greiðir Janus Rasmussen frá. Hann hevur spælt á Airwaves á hvørjum ári síðan 2006.
Hetta merkist eisini aftur á konsertunum og á stemninginum í býnum hesar dagarnar. Sjálv gjørdist eg rættiliga bilsin, tá vit fóru til tær fyrstu konsertirnar mikukvøldið. Hvar var havið av smartphones, sum mann vanliga sær til konsertir og á festivalum? Til eina konsert sá eg kanska tríggjar smartphones, sum líka fóru upp, tóku eina mynd og síðani vóru goymdar burtur aftur. Tað var rættiliga befríandi at uppliva konsertinar, sum tær vóru, og ikki ígjøgnum skermarnar á telefonunum hjá teimum, sum stóðu frammanfyri meg.
Sum heild tveir sera spennandi dagar á festivalinum. Tíbetur er nógv eftir enn.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |