Iceland Airwaves 2013 farin av bakkastokki!

Iceland Airwaves 2013 farin av bakkastokki!
Stóri tónleikafestivalurin Iceland Airwaves byrjaði við einum braki í gjár.
31.10.2013 - 14:30

Tá ein hugsar um festivalar, er tað nokk meira ein mynd av sól, øl og móru, mann hevur í huga, enn av býtandi íslendskum novembur-kulda. Kortini velja fleiri túsund fólk úr øllum heiminum á hvørjum ári at leita sær til Reykjavíkar síðst í oktobur, tá árligi Iceland Airwaves festivalurin byrjar. Ársins Iceland Airwaves-festivalur byrjaði einum braki og ikki minni enn 42 konsertum í gjár, tá m.a. Emiliana Torrini, Bloodgroup og Retro Stefson framførdu. 

 

Festivalurin fevnir um fimm dagar og sjey pallar, sum allir eru mitt í býnum. Harumframt er eisini ein stór off venue skrá við ókeypis konsertum í øllum býnum. Sjálvt fínir klædnahandlar og pikkalítlar kaféir gera rúm fyri nøkrum hátalarum og fáa meira og minni kendar bólkar inn á gólvið at framføra.

 

Iceland Airwaves leggur serliga stóran dent á at promovera minni kendar bólkar – bæði íslendskar og útlendskar -  og av tí at tíðindafólk og fólk úr tónleikavinnuni um allan heimin koma á festivalin, kann ein konsert á Airwaves fáa stóran týdning fyri bólkarnar, ið spæla.

 

Úr Føroyum luttaka í ár Byrta, Eivør og Marius. Føroyskt/íslendski bólkurin Bloodgroup, sum m.a. er mannaður av Janusi Rasmussen, spælir eisini fleiri konsertir bæði á festivalinum og off venue. Eisini fleiri stór altjóða nøvn spæla eitt nú Kraftwerk, Jagwar Ma, Mø og Gold Panda. 

 

Fylg við komandi dagarnar á Röddini, tá ið myndir, sjónbond og frásagnir frá Airwaves verða lagdar út. Eisini verða innsløg úr Reykjavík at hoyra í Reiðrinum sunnukvøldið kl. 20. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.