Skerd hoyrn kann elva til demens

Skerd hoyrn kann elva til demens
Kanning vísir, at vandin fyri at fáa minnissvinn er 13 prosent størri, um tú hevur skerda hoyrn
Samband er millum ringa hoyrn og demens, vísir kanning hjá Syddansk Universiteti. (Savnsmynd)
 
05.01.2024 - 10:25

Skerd hoyrn kann elva til minnissvinn, demens.

Tað vísir nýggj kanning hjá Syddansk Universiteti. 

Niðurstøðan hjá granskarunum er, at tað er upp í 13 prosent størri vandi fyri at fáa minissvinn, um fólk við skerdari hoyrn verða samanborin við fólk, sum ikki hava trupulleikar við hoyrnini.

Vandin sæst serliga hjá fólki, har hoyrnin er nógv skerd.

Hjá fólki við sera ringari hoyrn, er vandin fyri at fáa minnissvinn øktur upp í 20 prosent, um samanborið verður við fólk, sum ikki hava trupulleikar við hoyrnini.

Universitetið hevur kannað dátur frá næstan 600.000 fólkum frá 2003 til 2017. Tað eru øll fólk, sum eru eldri enn 50 ár í Region Syddanmark. Eingin teirra hevði minnissvinn, áðrenn kanningin byrjaði.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209