Ymisk gjøld fyri ymsar tunlar

Ymisk gjøld fyri ymsar tunlar
Vit knýta landið saman, men gjøldini eru ymisk alt eftir, hvar í landinum tú ert
05.01.2024 - 11:50

Um eitt sandoyggjafólk skal í Norðoyggjar til arbeiðis, so kostar tað 320 krónur í tunnilsgjaldi um dagin. 

Tað er dýrasta dømið, um tú skalt ferðast gjøgnum tunlarnar. 

Tvær vikur eru síðani Sandoyartunnilin lat upp fyri almennari ferðslu.

Enn er tunnilin nýggjur, tað er ókeypis at koyra ígjøgnum, og tað sæst eisini aftur í ferðsluni gjøgnum tunnilin.

 

Fleiri enn 2000 bilar

Hátíðardagin 21.desember koyrdu fleiri enn 2000 bilar ígjøgnum tunnilin, væl at merkja báðar vegir.

Og dagarnar eftir vóru eisini nógv, sum vildu royna nýggju farleiðina.

Men síðstu dagarnar hevur ferðslan ligið um 900 bilar um samdøgrið, í gjár nakað minni.

 

Spakuliga vaksandi ferðsla

Um eina viku fer tað at kosta at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin, og tunnilsfelagið roknar við, at tá fara millum 300 og 400 bilar at koyra gjøgnum tunnilin um samdøgrið.

Enn er Sandoyartunnilin spildurnýggjur. Men hyggja vit eftir hinum trimum undirsjóvartunlunum, so er ferðslan í teimum spakuliga vaksandi, síðstu trý árini.

Umrokna vit hesi mánaðartøl, so koyra nú dagliga umleið 3600 bilar gjøgnum Vágatunlinum um summarið og 2300 bilar um veturin.

Munurin stendst av flogferðsluni um summarið.

Í Norðoyatunnlinum er ferðslan meira jøvn. Umroknað er hon dagliga umleið 4600 bilar um summarið og 3700 um veturin.

Og í Eysturoyartunlinum er nú at kalla jøvn ferðsla alt árið, umleið 5900 bilar um dagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209