Missa inntøkur tá skip eru á beding

Missa inntøkur tá skip eru á beding
Fiskimannafelagið hevur framvegis trupulleikar við inntøkutapstryggingini
Tá skip eru longri á beding enn tryggingin sigur, missa fiskimenn inntøku, sigur Fiskimannafelagið.
Mynd: Tilvildarlig mynd.  
 
29.12.2023 - 09:37

Fiskimannafelagið hevur framvegis trupulleikar við inntøkutapstryggingini.

Tað sigur formaður felagsins í ársfrágreiðingini fyri 2023.

Inntøkutapstryggingin skal taka við, tá skip eru á beding.

Trupulleiki er í teimum førum, tá skip liggja long­­ur enn ta tíð, tryggingin hevur mett, at umvælingin av skaðanum fer at taka. 

Tað er ofta so, at tá skipið er farið á beding, so er lagaligt at gera umvælingar, sum skaðin ikki umfatar.

Manningin metur seg eiga fyri alla tíðina, skipið er á beding, men tryggingin vísir til sýn­­ið.

Fiskimannafelagið hevur havt fundir við Sjóvartryggingina um hesi viðurskifti, so manningin fær fyri fyri alla tíðina, sum hon er uttan inntøku. 

Hetta er ikki komið uppá pláss enn, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, í ársfrágreiðing sínari.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749