Hálvt hýruvognsgjald er ikki skattafrítt

Hálvt hýruvognsgjald er ikki skattafrítt
Skattafrítt endurgjald fyri at brúka egnan bil í arbeiðsørindum er í minsta lagi 16 kr.
Endurgjald fyri at brúka egnan bil í arbeiðsørindum er ikki 100 prosent skattafrítt.
 
28.12.2023 - 06:48

Skattafrítt endurgjald fyri at brúka egnan bil í arbeiðsørindum er í minsta lagi 16 kr.

Privatir grannskoðarar, sum grannskoða almennar stovnar, eru komnir fram á, at starvsfólk fáa hálvt hýruvognsgjald fyri at brúka egnan bil, tá tey til dømis hava tilkallivakt.

Hesar viðbøtur vera latnar sum skattafríar veitingar.

Grannskoðararnir gera vart við, at 3,30 kr. fyri kilometurin, ella í minsta lagi 16 krónur aftur og fram, eru skattafríar sambært rundskrivi frá Taks í 2009.

Størri endurgjald enn tað er skattskyldugt, siga grannskoðarnir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749