- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendskir tannáringar ein tíma seinni í skúla
Íslendskir tannáringar ein tíma seinni í skúla
Tannáringar sova ov lítið, og tað ávirkar sálarligu vælveruna hjá teimum, tí sambandið millum svøvn og mentala heilsu hevur ávirkan.
27.12.2023 - 16:11
Reykjavíkar kommuna tekur hetta í álvara, og hevur avgjørt, at tannáringar í skúlunum í Reykjavík skulu møta ein tíma seinni um morgunin.
Tannáringa-skúlabørn skulu í fyrsta lagi møta kl. 8.50, og skúlarnir í býnum sleppa enntá sjálvir at gera av, um tey skulu møta uppaftur seinni, um tað hóskar betri til tímatalvuna, skrivar íslendska blaðið Vísir.
Talan er um trý ára royndarverkætlan, og broytingin kemur í gildi á heysti 2024.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV