- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harðari reglur um fýrverk nærkast
Harðari reglur um fýrverk nærkast
Nýggjársdag kemur ein nýggj kunngerð um fýrverk í gildi
25.12.2023 - 16:32
Mikudagin 27.desember verður loyvt at selja og keypa fýrverk.
Men tað verður bara í ár aftrat.
Tí nýggjársdag kemur ein nýggj kunngerð um fýrverk í gildi.
Og sambært henni er bara loyvt at selja fýrverk frá 28.desember til og við 31.desember.
Verandi reglur um fýrverk, tær eru frá 1969, eru ótíðarhóskandi og als ikki nøktandi, sigur Umhvørvismálaráðið.
Í nýggju kunngerðini verður sett greitt bann og revsing fyri at nýta neyðrakettir sum fýrverk.
Sum nakað nýtt ásetur kunngerðin, at vanligt fýrverk bara kann skjótast frá 31.desember til 2.januar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV