103 fólk fingu minni enn 12.000 krónur

103 fólk fingu minni enn 12.000 krónur
Henrik Old hevur sett Ingilín D. Strøm fyrispurning.
 
24.12.2023 - 12:48

103 fólk fingu í 2022 útgjald úr barsilsskipanini, sum var minni enn 12.000 krónur um mánaðin.

Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, sum varar av arbeiðsmarknaðarmálum, í svari til Henrik Old, løgtinsmann.

Hann spyr, hvussu nógv fólk hava fingið útgjald frá barsilsskipanini, sum er minni enn 12.000 krónur um mánaðin árini 2020, 2021, 2022 og 2023. 

Somuleiðis spyr hann, hvussu nógv fólk hava fingið barsilsútgjald, sum er minni enn 15.000 kr. skift á hesi árini. 

Sambært landsstýriskvinnuni fingu 158 útgjald niðanfyri 12.000 kr. í fjør, í 2021 fingu 157, og í 2020 vóru tey 163 í tali. 

Tilsamans 987 fólk vóru í barsilsskipanini í 2022. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209