Norskt tangaskip sent út neyðarkall

Norskt tangaskip sent út neyðarkall
Eitt norskt tangaskip sendi í gjárkvøldið út neyðarkall, tí skotið var eftir tí frá dronu í Reyðahavinum. 
 
24.12.2023 - 10:13

Eitt norskt tangaskip sendi í gjárkvøldið út neyðarkall, tí skotið var eftir tí frá dronu í Reyðahavinum. 

Tað sigur amerikanska verjumálaráðið.

Um 8-tíðina í gjárkvøldið fekk amerikanska landspartakommando'in, Centcom, neyðarkall frá tveimum skipum í syðra parti av Reyðahavinum um, at tey vóru fyri álopi.

Tað skrivar Centcom á X í nátt.

- Blaamanen, sum er kemikalii-og oljutangaskip og siglir undir norskum flaggi, og sum norðmenn eiga, var ikki rakt av skotum frá eini Houti-dronu, og eingin fráboðan er heldur um fólkaskaða ella oyðileggingar, skrivar Centcom.

Hitt skipið, Saibaba, - eitt oljutangaskip, sum fólk í Gabon eiga og sum siglir undir indiskum flaggi, var rakt av skotum frá dronu. 

Heldur ikki har var fólkaskaði.

Sjóverjuskipið USS Laboon er á varðhaldi í hesum partinum av Reyðahavinum. 

Sjóverjuskipið svaraði neyðaruppkallinum frá báðum skipinum, skrivar Centcom, og vísur á, at hetta eru 14. og 15. álop hjá Houthi-upprreistrarfólki í Jemen, har teir leypa á sivila skipaferðslu síðani 17. oktober.

Skotið varð eisini eftir amerikanska sjóverjuskipinum. 

Fýra dronur vóru á veg móti skipinum, men allar vóru skotnar niður, sambært Centcom, sum eisini upplýsir, at Houthi-rørslan skeyt tvær rakettir móti økinum, har skipini vóru í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209