- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flyta dokkina longri út á sjógv
Nýggja turrdokkin á Skála verður flutt 50 metrar út á sjógv og burtur frá bygdini. Tað ætlar MEST.
Við at gera hesa flytingina verður ávirkanin av óljóði og øðrum ampum frá virkseminum minni enn í upprunaligu ætlanini, metir Umhvørvisstovan, sum í gjár góðkendi broyttu ætlanina hjá MEST.
27. september í ár góðkendi Umhvørvisstovan annars eina ætlan hjá MEST at gera nýggja turrdokk norðan fyri verandi dokk á Skála.
Nýggj umbøn
Men longu 16. november fekk Umhvørvisstovan nýggja umhvørvisárinsmeting av eini broyttari ætlan, har nýggja turrdokkin verður flutt umleið 50 metrar út á sjógv.
Samstundis verður bryggjukanturin við ætlaðu turrdokkina fluttur samsvarandi. Nýggja dokkin verður sostatt lutvíst uppi á landi og lutvíst á einum øki, sum verður fylt út á sjógv. Grótið, sum verður sprongt út fyri dokkini uppi á landi, verður brúkt til at fylla út fram við dokkini úti á sjónum.
150 metrar
Nýggja dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp á gáttini. Dýpið minkar inn- og frameftir í dokkina, so tað innast er níggju metrar.
Umhvørvisstovan heldur ikki, at neyðugt er við hoyring av nýggju umhvørvisárinsmetingini.
Góðkenningin hjá Umhvørvisstovuni kann lesast her.