- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sløkkiliðsfólk fingið sáttmála
Sløkkiliðsfólk fingið sáttmála
Sáttmáli er nú gjørdur millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið um sløkkiliðsfólkini hjá Vága floghavn
19.12.2023 - 07:26
Sáttmáli er nú gjørdur millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið um sløkkiliðsfólkini hjá Vága floghavn.
Í fjør summar gjørdu Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið avtalu um at yvirtaka sáttmálaviðurskiftini hjá sløkkiliðsfólkunum.
Floghavnin hevði sáttmála um tey við danska fakfelagið HK.
Sáttmálin, sum nú er gjørdur millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið, er galdandi til 1. januar 2025.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV