Boykottið av Tjóðpalli Føroya er av

Boykottið av Tjóðpalli Føroya er av
Leiklistafylkingin 2020 boðar í dag frá at boykottið av Tjóðpalli Føroya er av - tey vóna at tað kann gera at málið kemur víðari
 
16.12.2023 - 14:46

Í dag boðar fylkingin frá, at boykottið av Tjóðpalli Føroya er av. 

Í sambandi við boykotti vístu tey á at áramálsetanin skal virðast.

Leiklistafylkingin 2020 hevur mótmælt stjórasetanini á Tjóðpalli Føroya síðani 31.03.2020.

Orsøkina søgdu tey vera hesa:

Tað er grundleggjandi skeivt og fakliga óforsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í samanlagt 20 ár - sama hvør persónurin er. 
Ongar eftirmetingar í fimtan ár. Í fimtan ár eru stovnar, virkistreytir, lista- og handverksliga støðið, samstørv, arbeiðsumstøður- og umhvørvið á Tjóðpallinum ikki eftirmett. 
Fáir fundir hava verið, har Leiklistaráð og økið hava verið savnað. Eingin av hesum fundum, hava havt fakliga nóg viðkomandi fokus. 
Ongar eftirmetingar eru gjørdar av samstørvum bólkar/leikhús, sum tey gera til- og frámæli um stuðul til og skulu varða av. 

 

Setanartilgongdin 2020.

Starvslýsingin er merkt av, at Leiklistaráðnum vantar innlit í, hvussu tílíkar starvslýsingar vanliga verða gjørdar. 
Tíðarætlanin fyri stjórasetanini er ikki løgd til rættis á ein hátt, sum á yrkisleikhúsum tryggjar eina góða og smidliga yvirgongd. T.e. fráfarandi stjóri handar fyrisitingina til og lærir upp nýggja stjóran í eitt hálvt ár áðrenn formella starvsdagin. 
Leiklistaráðið sigur:

"Setanarsamrøðurnar vórðu skipaðar eftir siðbundnum leisti..." Tjóðpallurin er bert 15 ár, og tí er eingin siðbundin leistur. Leisturin tey hava brúkt, líkist ikki teimum leistum, ið siðvenja er at brúka á yrkisleikhúsum aðrastaðni. 
Einki starvsfólkaumboð hevur verið í ráðnum síðani februar 2019 og hevur tí ikki verið við til at orða starvslýsing og heldur ikki verið við til fyrsta umfar av samrøðum.
Leiklistaráðið grundgevur fyri stjórasetanini við samstørvum, ið hava verið við bólkar/leikhús í fylkingini. Bólkarnir/leikhúsini eru ongantíð spurd, hvussu hesi samstørv hava verið. 

Sambært leiklistafylkingini 2020 eru ongin stig tikin til, at bøta um orsøkirnar til trupulleikarnar, ið tey hava víst á. 

Leiklistafylkingin ásannar at tað stendur fast, og tí er teirra vón at avlýsta boykottið ger tað møguligt at koma víðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209