- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlin í Leirvík útbyggjast
Skúlin í Leirvík útbyggjast
Skúlín í Lerivík skal útbyggjast við umleið 2000 fermetrum
16.12.2023 - 13:25
Eysturkommuna fer nú undir at útbyggja skúlan í Leirvík.
Á eykabýráðsfundi í vikuni samtykti býráðið, at útbyggja skúlan við áleið 2000 fermetrum.
Ætlanin er at taka gamla partin av skúlanum niður, og byggja eina nýmótans fimleikahøll, skúlakøk, serstovur og vanligar skúlastovur.
Arbeiðið at projekterað byrjar beinanvegin, og verður eftir ætlan klárt at bjóða út seint komandi summar.
Tað er Fuglark, sum stendur fyri projekteringini av út- og umbyggingini av Leirvíkar skúla.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV