- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir vindskaðar í nátt
Tveir vindskaðar hava verið í nátt boðar vakthavandi á politistøðini frá.
Tann eini var í Havn, har hol kom á eina presendingin í sambandi við renovering av einum húsum.
Hin skaðin, sum stóðst av vindinum í nátt var á Tvøroyri - her hekk flagið oman av tekjuni á einum sethúsum, og niður yvir vindeygu og úthurð, so eigari slapp ikki út úr húsunum.
Hann mátti tískil hava hjálp frá tilbúgvingini, sum kom á staðið.
Ferðsla og streymslit
Okkurt ferðsluóhapp hevur verið, og steymslitið í gjár órógvaði ljósið í bæði Norðoya- og Vágatunlunum.
Eitt nú var bølamyrkt mitt í Norðoyatunnlinum, meðan ljósið við útkoyringina var alt ov bjart.
Hetta fekk tó ikki álvarsligar avleiðingar fyri ferðsluna í tunlunum.