Søkja eftir presti til at virka í Varðhaldinum og Landssjúkrahúsinum

Søkja eftir presti til at virka í Varðhaldinum og Landssjúkrahúsinum
Tænastan í Varðhaldinum er at vera sálarhirði og veita teimum ugga og troyst, sum eru í Varðhaldinum, skrivar Føroya stiftsstjórn
Styttri andaktir eru eitt tilboð, sum presturin eigur at veita teimum í Varðhaldinum, stendur í starvslýsingini
Mynd: Savnsmynd  
 
15.12.2023 - 09:09

Føroya stiftsstjórn søkir eftir presti til at virka í Landssjúkrahúsinum og í Varðhaldinum. 

Talan er um fulltíðarstarv, sum skal setast 1. februar ella so skjótt til ber.

Presturin skal vera í Landssjúkrahúsinum tríggjar yrkadagar um vikuna.

Hann skal hava fasta viðtalutíð tveir tímar um dagin.

Presturin hevur eisini tilkallivakt dag og nátt, tá hann ikki hevur frí ella feriu.

 

Sálarhirði

Tænastan í Varðhaldinum er at vera sálarhirði og veita teimum ugga og troyst, sum eru í Varðhaldinum. 

Styttri andaktir eru eitt tilboð, sum presturin eigur at veita teimum í Varðhaldinum.

Embætið er verkliga skipað sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi við skyldu at halda gudstænastur eftir nærri ásettum reglum.

Umsóknarfreistin er til 13. januar.

Sverri Steinhólm, sum hevði hetta starvið, er vorðin diakonprestur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209