- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður kalsoyarferjan prosjekterað
Strandfaraskip Landsins hava nú boðið prosjekteringina av kalsoyarferjuni út.
Tvær fyritøkur eru undangóðkendar at lata tilboð inn, og tær eru Mest og Knud E. Hansen.
- Tað frøir okkum, at hesar báðar fyritøkurnar, ið hava hollar royndir við at prosjektera skip, eru til reiðar at tekna okkara nýggju ferjur, sigur Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni, í tíðindaskrivi.
Prosjekteringin fevnir eisini um fugloyar- og svínoyarferjuna, sum er nakað minni í stødd enn kalsoyarferjan.
Fyrimunur at prosjektera bæði skipini
- Eg fegnist um, at vit nú seta ferð á arbeiðið at endurnýggja strandferðsluflotan. Tað er ein stórur fyrimunur at prosjektera bæði skipini um eina leið, tí so fara tey at líkjast í sniði og skapi, tá ið ræður um tilfar og slag av útgerð. Í fyrstu syftu er tað kalsoyarferjan, ið skal fyrireikast og gerast klár til bygging, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í tíðindaskrivinum.
Freistin at lata tilboðini inn er 22. desember klokkan 10.
Sáttmáli um prosjekteringina verður undirskrivaður við vinnandi fyritøkuna 28. desember.