- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini
Erika Hayfield er sett sum nýggjur dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
Tað boðar Fróðskaparsetrið frá.
Erika Hayfield hevur arbeitt á Fróðskaparsetrinum seinastu tíggju árini, fyrst sum adjunkur, síðani lektari og granskari, og seinastu trý árini hevur hon harumframt verið varadekanur á Søgu- og samfelagsdeildini.
Hon hevur ph.d.-útbúgving frá Edinburgh Napier University, umframt fleiri masterskeið í leiðslu.
Erika Hayfield hevur m.a. arbeitt í Vinnumálaráðnum og í privata vinnulívinum.
Í almenna rúminum er Erika Hayfield kend sum virkin rødd í almenna orðaskiftinum, eins og hon hevur staðið á odda fyri mongum verkætlanum og latið frágreiðingar og vísindaligar greinar úr hondum, skrivar Setrið.