Taka niðurstøðuna til eftirtektar

Taka niðurstøðuna til eftirtektar
Nú verður niðurstøðan nærlisin, og so verður støða tikin til, um farast skal víðari við málinum, sigur Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum
Terje Sigurðsson er deildarstjóri í Kappingareftirlitinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.12.2023 - 14:09

Kappingareftirlitið tekur niðurstøðuna hjá Kærustovninum í málinum um ráðandi marknaðarstøðu hjá Føroya Tele til eftirtektar.

Tað sigur deildarstjórin í Kappingareftirlitinum, Terje Sigurðsson.

 

 

Føroya Tele kærdi avgerðina hjá Kappingarráðnum til Kærustovnin, sum hevur broytt avgerðina hjá Kappingarráðnum.

Terje Sigurðsson sigur, at nú verður farið at nærlesa niðurstøðuna hjá Kærustovninum, og so verður støða tikin til, um farast skal víðari við málinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13122023_Terje_um_avgerd
 

Kringvarpið hevur tosað við nevndarformannin í Føroya Tele, Bjarna Arnason. Hann hevur onga viðmerking í dag, annað enn at Føroya Tele tekur niðurstøðuna hjá Føroya Kærustovni til eftirtektar.

Les niðurstøðuna her.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209