- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kærustovnurin gevur Føroya Tele viðhald
Føroya Tele hevði ikki ráðandi støðu á marknaðinum fyri heilsølu av avtalum innan fartelefoni í 2017.
Tað sigur Føroya Kærustovnur, sum hevur broytt avgerðina hjá Kappingarráðnum í hesum málinum.
Føroya Tele kærdi avgerðina hjá Kappingarráðnum.
Kærustovnurin sigur, at "avgerðin er grundað á, at tað við støði í upplýsingunum í málinum ikki er grundarlag fyri at staðfesta, at Føroya Tele í 2017 hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum fyri heilsølu av FullMVNO avtalum innan fartelefoni í Føroyum.
Treytin um ráðandi støðu í § 11, stk. 1 í kappingarlógini er sostatt ikki lokin, og Føroya Tele hevur sostatt ikki brúkt prísklemmu í stríð við kappingarlógina," sigur Kærustovnurin.
Sí niðurstøðuna hjá Kærustovninum her.