- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sum at búgva upp at háspenningarlinjum
Tað kann samanberast við búgva upp at háspenningarlinjum, tá bústaðir verða bygdir ov tætt upp at eini sendistøð sum tí hjá MRCC á Oyggjarvegnum.
Tað sigur Edvard Bjarnason, deildarleiðari á MRCC í sambandi við íbúðarbygningarnar við Oyggjarvegnum.
Edvard Bjarnason er deildarleiðari á MRCC. (Savnsmynd)
Ivi verður nú sáddur, um tað er heilsuskaðiligt at búgva ov tætt við støðina hjá MRCC á Oyggjarvegnum, har íbúðarfelagið MARK er farið undir stóra íbúðarbygging.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
MRCC, Skógfriðingarnevndin og umistingin hjá kommununi sjálvari mælti frá at byggja fleiri bústaðir við Oyggjarvegin.
Kortini samtykti býráðið einmælt at broyta byggisamtyktina fyri økið frá jarðarbrúki til høga íbúðarbygging.