- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsti hálkudagur er 9. oktober
Fyrsti hálkudagur er 9. oktober
Landsverk skrásetir, nær fyrsti og seinasti hálkudagar eru
11.12.2023 - 11:37
Fyrsti hálkudagur er 9.oktober, og tann seinasti er 25.apríl.
Hetta eru miðaltølini fyri teir seinastu 23 vetrarnar.
Landsverk skrásetir, nær fyrsti og seinasti hálkudagar eru.
Landsstýrið hevur biðið løgtingið um fimm millíónir krónur aftrat til vetrarhaldið hjá Landsverki.
13. september fyrsti dagur
Fyrsti dagur í heyst, sum landsvegirnir vóru hálir, var 13.september.
Einki annað ár síðani aldaskiftið er hálkan komin so tíðliga.
Seinasti dagur, hált var í vár, var 29.apríl.
Onkur ár hevur seinasti hálkaudagur verið í mai, í 2013 var hann 23.mai.
Seinastu 16 vetrarnar hevur Landsverk brúkt í miðal 2.000 tons av salti til vegirnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV