Fyrstu tíðina verður ókeypis at koyra í Sandoyartunlinum

Fyrstu tíðina verður ókeypis at koyra í Sandoyartunlinum
Tunnilin letur upp um 10 dagar, og hátíðarhald verður við munnan í Traðardali
Seinnapartin 21. desember verður Sandoyartunnilin latin upp fyri almennari ferðslu. (Savnsmynd)
 
11.12.2023 - 12:20

Um 10 dagar letur Sandoyartunnilin upp, og fyrstu tíðina verður ókeypis at koyra gjøgnum hann. 

Tað upplýsir Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyar- og Sandoyartunlum.

Hátíðarhald verður við tunnilsmunnan í Traðardali í Sandoynni seinnapartin hósdagin 21. desember. 

 

Teitur Samuelsen er stjóri í Eysturoyar- og Sandoyartunlum. 

 

Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin kosta tilsamans 2,6 milliardir kr. 

Gjaldið fyri at koyra í Sandoyartunlinum verður tað sama sum í Eysturoyartunlinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11122023_Sandoyartunnilin

 

 

 

]]

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209