- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hundabit og avdottin fólk
Ein leysur hundur hevur bitið ein annan hund, sum var í bandi og hann beit eisini hundaførðaran.
Hetta var á Eysturvølli í Havn. Tað er beint við fótbóltsvøllin við Eysturskúlan, har nógv fólk ganga túrar.
Hundurin leyp á - og beyt hundin, sum var í bandi og tá hundaførðarin royndi at reka hin hundin vekk beyt hundurin eisini hundaførðaran. Løgreglan vil nú hava fatur á eigaranum hjá leysa hundinum, tí hann skal hava eina bót. Løgreglan sigur at eigarin var til staðar tá hendingin fór fram, men gav seg ikki til kennar.
Og á flogvøllinum var eitt ferðafólk afturhildið av tollarnum fyri at hava ov nógva tollfría vøru við sær. Ferðafólkið - ein maður - gjørdist so illur, at hann legði á tollararnar.
Politiðið handtók mannin og hann hevur sovið á politistøðini í nátt. Hann verður helst útvístur.
Beint áðrenn kl 12 í gjárkvøldi kom ein fráboðan um innbrot í eina av jólasmáttunum á Vaglinum í Havn har var ymisk vøra er inni. Tað sá út sum onkur hevði sovið í smáttuni, sigur vakthavandi og millum annað kakaomjólk og kakur eru stolnar. Tvey vaksin fólk eru skuldsett í hesum málinum.
Nógv fólk vóru eisini í býnum í nátt og.
Ein rúsaður maður lá avdottin beint við Bursatanga í Havn. Løgreglan vakti mannin og hann fór víðari til gongu.
Ein annar maður varð eisini funnin avdottin í klubbagarðinum í Havn - løgreglan vakti eisini hendan mannin, sum ringdi eftir konuni og bað hana koma eftir sær. So hesir báðir sluppu frá at sova í brummuni í nátt.
Senni í nátt beint áðrenn klokkan 4 varð ein maður harðligur og rópti og skríggjaði eisini í klubbagarðinum í Havn. Hann bleiv tikin á politistøðina.