Fáar harur í ár

Fáar harur í ár
Nú harutíðin er meira enn hálvrunnin, eru bara 2.000 harur skrásettar at vera skotnar á 144 túrum
Enn eru fáar harur skotnar í ár.
 
09.12.2023 - 10:22

Nú harutíðin er meira enn hálvrunnin, eru bara 2.000 harur skrásettar at vera skotnar á 144 túrum.

Tað sigur Eyðfinn Magnussen, sum skrásetur skotnar harur.

2023 ár sær tí út til at blíva eitt vánaligt haruár.

Eisini fáir hagar

Vanliga verður skotið í 240 høgum.

Higartil í ár eru skráettir 95 hagar.

Í miðal hevur veiðan tey seinastu ellivu árini verið 6.407 harur um árið.

Loyvt er at skjóta haru til 31.desembur.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209