Streymprísurin hækkar fimm oyru fyri allar kundar

Streymprísurin hækkar fimm oyru fyri allar kundar
Oljuavgjaldið, sum landsstýrið hevur boðað frá, fer at tyngja raksturin hjá SEV 30 milliónir kr.
Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, harmast um, at neyðugt verður at hækka streymprísin næsta ár.
 
08.12.2023 - 14:23

SEV samtykti á eykaaðalfundi í dag at hækka elprísin fyri allar kundar fimm oyru kWt næsta ár.

Hækkingin kemur í gildi 1. januar.

Príshækkingin kemur í kjalarvørrinum á fráboðaða økta oljuavgjaldinum hjá landsstýrinum, sum fer at tyngja raksturin 30 milliónir kr., sigur SEV

Ein triðingur av øktu útreiðslunum verður funnin í rakstrinum, meðan restin verður fíggjað við at hækka elprísin næsta ár.

Ætlanin var ikki at hækka elprísin, men tí bleiv tað neyðugt, , sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV. 

 

SEV hevði eykaaðalfund í dag.

 

Harmast

- Vit harmast um at fáa álagt eitt kostnaðarmikið umhvørvisgjald fyri at gera rúm fyri skattalætta. Tað hevði givið meining, um peningurin fór til grønar íløgur, sum kundu ført Føroyar enn longri fram móti einum burðardyggari samfelag, sigur Kári Johansen.

Hann sigur, at eykaavgjaldið á tungolju ávirkar møguleikarnar hjá SEV at gera íløgur. 

- Orkuskiftið krevur nógv av elframleiðsluni, og ikki minni av elnetinum. Stórar íløgur skulu gerast til tes at tryggja, at Føroya fólk fær tryggan og støðugan streym, hóast parturin av óstøðugum orkukeldum økist, sigur Kári Johansen.

Les frágreiðingina frá nevndini her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209