- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggir almennar bygningar kosta ymiskt
Nýggir almennar bygningar kosta ymiskt
H-bygningurin kostar slakar 50.000 kr. fermeturin, og Sambýlið á Mýrini kostar góðar 34.000 kr. fermeturin
08.12.2023 - 10:39
Rættiliga ymiskt er, hvussu nógv almennir bygningar kosta at byggja, tá umroknað er til fermeturin.
Trý slík tøl eru komin frá landsstýrinum í seinastuni.
Sambýlið á Mýrini kostar 34.334 kr. fyri fermeturin.
Sjóvinnustýrið kostar 37.736 kr.
Hetta eru fyribils tøl, tí endaligur byggiroknskapur er ikki gjørdur.
H-bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum kostar 49.713 kr. fyri fermeturin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV