- Tíðindi, mentan og ítróttur
PISA: Neyðugt við eftirútbúgving og dagførdum tilfari
Neyðugt er við eftirútbúgvingum og dagførdum tilfari.
Tað eru ráðini, sum myndugleikarnir fáa frá teimum, sum skrivaðu PISA-frágreiðingina.
Sambært frágreiðingini, sum varð handað landsstýrismanninum í vikuni, stendur einki til hjá føroysku næmingunum, sum hava verið til PISA-roynd.
Páll Isholm, Erla Olsen, Ingi Højsted og Laufey H. Blaasvær, sum skrivaðu føroyska partin av PISA-frágreiðingini, vóru í Breddanum fyrrapartin.
Serliga gekk illa í støddfrøði, sum eisini var høvuðsøkið, sum var kannað hesa ferð.
Í kanningini fyri støddfrøði fingu føroysku næmingarnar 446 PISA-stig í miðal.
Tað er lakasta føroyska úrslitið nakrantíð og ein ógvislig afturgongd upp á 45 stig samanborið við úrslitið frá 2018, sum var 491 PISA-stig.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Allur Breddin kann hoyrast her.