- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Orðaskifti um PISA-kanningina
Á Breddanum: Orðaskifti um PISA-kanningina
Føroyskir fólkaskúlanæmingar hava stóra afturgongd í støddfrøði og lesing
07.12.2023 - 09:28
So var hon aftur her, PISA frágreiðingin.
Og úrslitini eru óhoyrd, verður sagt.
Føroyskir fólkaskúlanæmingar hava stóra afturgongd í støddfrøði og lesing.
Í sendingini í dag verður orðaskifti í útvarpsstovuni millum fýra av teimum, sum skrivaðu føroysku PISA-frágreiðingina.
Tey eru Ingi Højsted, Erla Olsen, Páll Isholm og Laufey Haraldson Blaasvær.
Vit spyrja, um tey eru bilsin av vánaliga úrslitinum, og um tað er ein uggi, at hini londini í kanningini eisini fingu vánaligt úrslit.
Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo
Øll PISA-frágreiðingin kann lesast her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV