Herjólfur kemur aftur 12. desember

Herjólfur kemur aftur 12. desember
Strandferðslan arbeiðir við ymiskum loysnum, tá Herjólfur III gevst á nýggjárinum
Herjólfur III er í Íslandi í løtuni, tí reiðaríið, sum eigur skipið, hevur brúkt fyri tí. (Savnsmynd)
 
07.12.2023 - 09:03

Nú er dagurin, sum Herjólfur III kemur aftur til Føroya, fyribils 12.desember.

Hann skuldi annars koma 5.desember.

Tá Herjólfur III var leigaður úr Íslandi, var ein treytin, at hann skal vera tøkur, tá íslendska reiðaríið, sum eigur hann, hevur brúk fyri honum.

Og tað hevði reiðaríið herfyri, so Herjólfur III fór til Íslands 24.november.

Strandfaraskip landsins arbeiða við ymiskum loysnum um farmaflutningin á suðuroyarleiðini, nú Herjólfur III gevst á nýggjárinum, sigur Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið.

Hagtølini siga, at Herjólfur III tekur 30 prosent av farminum á suðuroyarleiðini og Smyril hini 70 prosentini.

Herjólfur III tekur eisini ferðafólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209