Nýggjur fyrstilærari í Hvalvíkar skúla

Nýggjur fyrstilærari í Hvalvíkar skúla
Malan Petersen tekur við starvinum 1. januar
Malan Petersen er nýggjur fyrstilærari í Hvalvíkar skúla.
 
05.12.2023 - 14:57

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Maluna Petersen í starv sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla frá 1 januar.

Malan Petersen er 43 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2018, og hevur harumframt tikið ymisk viðkomandi skeið.

Malan Petersen býr í Streymnesi, og hevur undirvíst í Kvívíkar skúla seinastu seks árini.

Umframt læraraútbúgving er Malan Petersen útbúgvin frisørur, og hevur havt egna fyritøku í átta ár, áðrenn hon tók læraraútbúgving.

Malan Petersen hevur eitt skifti og eftir tørvi eisini havt leiðsluna um hendi í Kvívíkar skúla, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209