Setur meira pening í Frihedsbrevet

Setur meira pening í Frihedsbrevet
Fyribils roknskapurin hjá Frihedsbrevet vísir góðar 18 milliónir í halli, skrivar Ekstrablaðið
Niels Mortensen, vinnulívsmaður, hevur sett eina millión kr. aftrat í Frihedsbrevet. (Savnsmynd)
 
05.12.2023 - 10:57

Niels Mortensen, vinnulívsmaður, hevur sett eina millión krónur aftrat í danska miðilin Frihedsbrevet, sum eisini hevur ein føroyskan pall, Frihedsbrevet.fo.

Tað skrivar Ekstrablaðið.

Blaðið skrivar, at fyribils roknskapurin hjá Frihedsbrevet, sum kom 30. september, vísti eitt hall upp á 18,3 milliónir krónur.

Neyðugt hevur verið at fáa nýggjar íleggjarar.

 

Frhedsbrevet hevur eisini føroyskan pall. 

 

Nakrir nýggir íleggjarar hava sett fleiri milliónir í verkætlanina, og fleiri av verandi íleggjarum hava eisini sett meira pening í verkætlanina.

Teirra millum er Niels Mortensen. Hann hevur fyrr sett 1,5 milliónir krónur í Frihedsbrevet, og nú eina millión aftrat.

Ekstrablaðið skrivar, at 14 fólk tilsamans hava sett 40 milliónir krónur í Frihedsbrevet síðani apríl í 2021. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209