- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðsavnið hevur nú goymslu av bátaseymi
Tjóðsavnið hevur nú goymslu av bátaseymi
Vandi var annars fyri, at bátasmiðir ikki kundu fáa serstaka bátaseymin til keyps í landinum
05.12.2023 - 10:25
Bátasmíð í Føroyum hevur tað torført, tí eftirspurningurin er lítil og eingin.
Vandi var eisini fyri, at teir fáu bátasmiðirnir, sum eftir eru, ikki kundu fáa serstaka bátaseymin til keyps í Føroyum. So galið gjørdist tað kortini ikki.
Tá ið so tann einasti, sum handllaði við bátaseymi, gavst, vóru góð ráð dýr fyri teir bátasmiðirnar, sum hava brúk fyri hesum seyminum.
Tjóðsavnið hevur nú goymslu av bátaseymi.
Ein av teimum er bátasmiðurin í Kollafirði, Terji Reinert Jakobsen, sum fekk tað hugskot at fáa Tjóðsavnið at liggja við goymslu av bátaseymi, ið sum almennur stovnur ikki hevur nakað krav um vinning, og tí kann selja seymin fyri innkeypsprís.
Sí innslag í Degi og Viku:
20231204_BATASEYMUR_SERSTAKUR_SEYMUR
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV