- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Politiska skipanin og minkandi burðartal
Breddin varpar í dag ljós á støðuna, nú burðartalið í Føroyum brádliga er minkað so nógv.
Í 2016 fekk hvørt par í landinum næstan trý børn í part.
Nú eru vit komin niður á tvey børn.
Limir í løgtingsins trivnaðarnevnd vera í útvarpsstovuni. Teir eru Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum, Súsanna Bertholdsen í Javnaðarflokkinum og Liljan Weihe í Tjóðveldi.
Vit spyrja m.a., um tað er ein politiskur trupulleiki, at færri børn verða fødd nú, og hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk.
Støðan uttanlands
At færri børn verða fødd, er einki serføroyskt fyribrigdi.
Í øðrum evropeiskum londum er støðan nógv verrri. Í 2021 var miðal burðartalið í Evropa 1,53.
Men tiltøk eru sett í verk til tess at venda gongdini, m.a. frádráttarskipanir og longt barnsburðarfarloyvi.
Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.