Torført at fáa eykalutir til Tjaldrið

Torført at fáa eykalutir til Tjaldrið
Vandi er fyri, at vit einki skip hava, sigur stjórin í Vørn, nú heldur eingin peningur verður settur av næsta ár til nýtt vaktarskip
Tjaldrið er frá 1976, og torført er at fáa eykalutir til skipið.
 
01.12.2023 - 17:00

Tað kemur tilla við hjá Vørn, at eingin peningur verður settur av til at fyrireika nýtt vaktarskip fyri Tjaldrið á fíggjarlógini næsta ár.

Játtanin er útsett til 2025.

Fýra milliónir kr. skuldu setast av til fyrireiking at byggja nýtt vaktarskip í 2024 og fýra milliónir aftrat 2025, ella tilsamans átta milliónir.

 

Óli Hans Olsen er stjóri á Vørn.

 

Men í fíggjarlógaruppskotinum, sum er til viðgerðar í fíggjarnevndini í hesum døgum, er eingin játtan til vaktarskip næsta ár.

- Vandi er fyri, at vit einki skip hava, tí Tjaldrið er so gamalt, at eykalutir ikki longur verða gjørdir til tað, sigur Óli Hans Olsen, stjóri á Vørn:

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209