- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja yvirtaka vegin við Gøtugjógv
Vilja yvirtaka vegin við Gøtugjógv
Borgarstjórin í Eysturkommunu heldur kortini, at vegurin og gongubreytin eru ein landsuppgáva
01.12.2023 - 13:05
Eysturkommuna sigur seg vera sinnaða at yvirtaka veg og gongubreyt í Gøtugjógv.
Men Per Martin Gregersen, borgarstjóri, heldur, at talan er um eina uppgávu hjá landinum.
Per Martin Gregersen er borgarstjóri í Eysturkommunu.
Gongubreytin var ikki asfalterað, tá ið Landsverk asfalteraði vegin, og gongubreytin er nú lægri enn vegurin.
Hetta meta fleiri vera vandamikið fyri tey, sum brúka gongubreytina.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
01122023_Vegur_vid_Gotugjogv
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV