- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jarðfeingi skal geva loyvi at brúka vatnið
Nú er greitt, hvussu grundvatnið í Føroyum skal gagnnýtast.
Kunngerðin um tað er lýst og komin í gildi.
Kunngerðin nágreinar lógina um grundvatn, sum kom í summar.
Jarðfeingi umsitur lógina um grundvatn.
Jarðfeingi kann geva landsstovnum, kommunum og interkommunalum felagsskapum loyvi at gagnnýta grundvatn til almannagagnlig endamál, so sum orkuveiting og kommunala vatnveiting.
Eigari kann brúka vatnið
Um privata nýtslu sigur kunngerðin, at á matrikli, har grundvatn rennur upp av sær sjálvum, kann eigarin gagnnýta vatnið, um Jarðfeingi gevur loyvi, og um land ella kommuna ikki skulu brúka vatnið.
Loyvi kann eisini latast partafeløgum og smápartafeløgum til vinnuliga gagnnýtslu.
Her er talan um vatn, sum rennur upp av sær sjálvum, ella vatn, sum borað verður eftir.
Nógvar treytir eru lagdar við, tá borað verður eftir vatni, millum annað um skaðilig árin á náttúru og umhvørvi.