- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsbankastjórin: Serskattaskipanir eiga at verða tiknar av
- Tøka inntøkan hjá føroyingum minkar, um landið strikar sjómannafrádráttirnar.
Tað skrivar granskoðarafyritøkan Deloitte í einum uppriti, ið felagið hjá útsiglarum, Antares, leggur fram í morgin.
Sambært uppritinum frá granskoðarafyritøkuni, ið byggir á eina greining, sum Antares fekk gjørda í 2014, er MVG-inntøkan frá teimum, sum arbeiða uttanlands, 150 milliónir árliga, og avleitt virksemi er 165 milliónir krónur um árið.
- Men tey gloyma at nevna, at 18.000 húski fáa ein skattalætta, sum økir um tøku inntøkuna hjá privatum í Føroyum, sigur Malan Johansen, landsbankastjóri.
Hon tekur undir við at strika serskattaskipanirnar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Antares leggur frágreiðingina hjá Deloitte fram á Hotel Brandan í morgin.