- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: At bera brek í krepputíðum
Á Breddanum: At bera brek í krepputíðum
Norðurlendsku felagsskapirnar hjá teimum, ið bera brek, koma nú við einari áminning á politikararnar
30.11.2023 - 09:32
Rættindi hjá fólki, ið bera brek, verða skerd í kreppum og í brádliga íkomnum broytingum.
Tí má politiska skipanin altíð taka atlit at Brekrættindasáttamálanum.
Soleiðis ljóðar áminningin frá Handicaporganisationernes Nordiske Råd til norðurlendskar politikarar. Men verða rættindini hjá øllum ikki skerd undir krepputíðum?
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, verður í útvarpsstovuni.
Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas er longd 24 tímar. Vit tosa við tíðindaman, sum er staddur í Haifa í Ísrael.
Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV