- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir samskipara til føroyskt sum annaðmál
Søkja eftir samskipara til føroyskt sum annaðmál
Starvið skal setast 1. januar.
29.11.2023 - 14:17
Undirvísingarstýrið søkir nú eftir fakligum samskipara til føroyskt sum annaðmál.
Hetta er nýtt starv á einum øki, sum er undir uppbygging.
Samskiparin verður partur í fólkaskúlatoyminum, ið hevur sum meginuppgávu at fáast við fyrisiting í fólkaskúlanum, frískúlunum, sernámsfrøðiliga økinum og í frítíðarundirvísingini.
Samskiparin verður eisini í einum nýggjum tvørgangandi bólki í Undirvísingarstýrinum, sum skal tryggja undirvísingartilboð í føroyskum sum annað mál í øllum útbúgvingarøkinum.
Umsóknarfreistin er 18. desember á middegi, og starvið verður sett 1. januar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV