Væl nøgdir við royndarsiglingina

Væl nøgdir við royndarsiglingina
Í dag hevur Teistin roynt ferjulegurnar í Klaksvík og á Syðradali
Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, og Magnus Olsen, skipari á Teistanum, eru væl nøgdir.
 
28.11.2023 - 18:15

Bæði skiparin á Teistanum og stjórin á Strandferðsluni eru á einum máli um, at royndartúrarnir við Teistanum millum Havnina og Nólsoy herfyri og millum Syðradal og Klaksvík í dag eydnaðust væl. 

Í Nólsoy verður neyvan neyðugt við tillagingum, í Havnini skal okkurt smávegis gerast, men bæði á Syðradali og í Klaksvík verður neyðugt við størri tillagingum.

 

Neyðugt verður við tillagingum á ferjuleguni í Klaksvík, so Teistin kann brúka hana. 

 

Teistin í Klaksvík í dag.

 

Magnus Olsen var skipari á Teistanum í dag, tá hann fyrst royndi ferjuleguna á Syðradali og síðani í Klaksvík. Ein royndartúrur, sum hann heldur eydnaðist væl.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

28112023_Teistin_og_royndarsigling

 

Eisini á Syðradali verður neyðugt við tillagingum. Tað hevur verið nevnt, at ferjulegan í Skopun kann flytast til Syðradals, tá Teistin gevst at sigla um um skopunarfjørð. (Mynd: Sólarn Isaksen)

 

Teistin við ferjuleguna á Syðradali í dag. (Mynd: Sólarn Isaksen)

 

Teistin verður tikin úr sigling millum Gomlurætt og Skopun, tá Sandoyartunnilin eftir letur upp fyri almennari ferðslu 21. desember.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209