Á Breddanum: Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas

Á Breddanum: Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas
Tommy Petersen, sum í fleiri ár arbeiddi fyri hjálparfelagsskapin Danida í Ramallah, verður í útvarpsstovuni
Meðan vápnahvild er, verða ísraelskir gíslar, sum Hamas tók, býttir um við palestinskar fangar í ísraelskum fongslum. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
28.11.2023 - 09:30

Mest umtalaða vápnahvíldin í nýggjari tíð er nú longd tveir dagar aftrat. 

Tað eru ísraelska stjórnin og Hamas komin ásamt um. 

Longda freistin verður millum annað brúkt at lata leysar fleiri av gíslunum, sum Hamas tók 7. oktober, og palestinskar fangar í ísraelskum fongslum. 

Men hvussu viðbrekin er vápnahvíldin, hvørji eru útlitini fyri einum varandi friði, og hvønn leiklut eigur alheims samfelagið at fáa frið í lag?

Tað eru nakrir av spurningunum, sum vit í dag viðgera saman við Tommy Petersen. Hann arbeiddi í fleiri ár fyri hjálparfelagsskapin Danida í Ramallah, har hann m.a. var ráðgevi hjá palestinsku stjórnini. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209